Ofta spurdir spurningar
Hvat er Ease?
Ease er tað, ið vanliga verður nevnt ein CMS skipan. Ease er til at dagføra og stýra øllum innihaldi á heimasíðuni á einfaldan hátt og ómakaleyst, uttan at hava nakrar tekniskar førleikar.

Er Ease ein útlendsk vøra?
Ease er vøra, ið QODIO hevur ment. QODIO eigur, rekur og mennir Ease skipanina.

Hvat kostar tað?
Kostnaðurin fyri eina heimasíðu er ymiskur alt eftir tørvi, uppseting og sniðgeving. Vilt tú hava eina neyvari meting, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, vit svara fegin.

Grundupphæddin fyri hýsing er 299 um mðr. u/mvg. Er talan um síðu við tungum tilfari og nógvari ferðslu, verður neyvari prísur avtalaður. Goldið verður mánaðarliga ella árliga.

Veita tit fígging?
Hava tit trupult at gjalda alt í einum, kann fígging verða veitt soleiðis, at goldið verður eitt ávíst tíðarskeið uttan eyka kostnað.

Hvar verða heimasíðurnar hýstar?
QODIO hevur allar sínar ambætarar hýstar í Hollandi. Trygdin er í hásæti bæði á alnótini og fysiskt.

Kunna vit hýsa heimasíðuna?
Nei. QODIO hýsir øllum Ease síðum.